|
Hevur tú hug at royna okkurt heilt øðrvísi? So kom ein túr til Vestmannar og koyr ATV (All terraine wehicle), tað eru tær sonevndu 4-hjól súkklurnar. Hesar ATV kunnu koyra mestsum allastaðni. Í øðrum londum verða tær nógv nýttar til bóndabrúk og ikki minst ferðavinnu. Vit á ATV-Mountain skipa fyri túrum niðan í fjøllini. Vit hava 2 leiðir sum nú er, eina niðan á Loysingarfjall, ið er 649m til hæddar, og eina út á Heiðavatn. Hesir túrar eru sera væl egnaðir til firmatúr, familjutúr, vinartúr, bindiklubbar, polterabend, o.a. Hetta er fyri øll yvir 16 ár. Nevnast kann, at elsti maður, ið hevur roynt túrin, er 81 ár, og elsta kvinna 69 ár, og bæði siga seg koma aftur at royna hetta :)
Sí og les meir her á heimasíðuni, um hetta sera stuttliga upplivilsi.
|