Vakur túrur
Vit á ATV Mountain hava eisini ein vakran gongutúr at bjóða í haganum. Hetta er fyri øll, stór sum smá, gomul sum ung, virkir sum stovnar, bindiklubbar, polterabend, og øll ferðandi o.o. Leiðin er góð og løtt at ganga.Við fara at royna at fáa hesar túrar so minnisríkar sum til ber, t.v.s., tit fara at síggja eitt tað vakrasta útsýni og landslag her í Føroyum, og har eisini fáa tit ymiskt gott at eta og drekka um tit ynskja tað.
Ùt á Rógvuendan
Túrurin byrjar inni á Fjørð í Vestmanna, har ið ATVMountain hevður sítt virksemið, síðan vera tit øll flutt við bussi Norður á Fossanar ið liggja norðanfyri Vestmanna, hetta tekur umleið, 15 min at koyra. Tá vit eru komin Norður á Fossanar, fara vit undur sjálvan gongitúrin. Vit ganga eftur eini rás Norður á Skar, sum tað verur nevnt, har síggja vit út á hav, út gjøgnum Djúpadal. Vit fara síðan víðari út ímóti havinum, ovarliga í Djupadali, eftur eini góðari rás í førður okkum heilt út á endan á Rógvuni, " Rógvuendin " Vit kunnu við vissu siga tær, at tá vit koma út á endan, so fær tú eitt ógvuliga størt upplivilsi, tá opnast alt fyri Norðan. Tá kann tú síggja allar" Dalar " Og fjøll ið liggja ímillum Vestmanna og Saksum.
À Rógvuendanum
Her seta vit okkum so niður og njóta tað vakra útsýni við einum góðum bita og okkurt gott at leska okkum við.
Tíð: 4 1/2 tíma aftur og framm.
Max antal fólk: 32 stk/túrin.
Min antal fólk: 5 stk/túrin.
Eta og drekka:
Borðeitt verur úti á sjálvum Rógvuendanum við hesum mati. Føroyskt breyð við føroyskum viðskera, turrur fiskur við eplum, og vatn ella øl at drekka.
Tú skal hava hetta við:
Skógvar ella lættar stúvlar, góðan jakka ella regnklæðir, húgvu og ein lítlan fittan ryggsekk.
Prísur v/mvg:
5-8 fólk/túrin - 600.- stk
9-15 fólk/túrin - 525.- stk
16-25 fólk/túrin - 450.- stk
26-32 fólk/túrin - 400.- stk
Børn undur 14 ár - 100.- stk
Ring ella maila til okkum á. Tlf. 289090. Ella maila á info @ atv.fo