Leið 2 einans royndir førarar
Fyri at kunna royna leið 2, ið er út á Heiðavatn, skulu øll einaferð hava roynt leið 1. Hetta kemur av tí orsøk, at hendan leið er munandi torførari at koyra. Á leið 2 kann ein koma út fyri at koppa, men tað kann ein ikki koma út fyri á leið 1, um ein ger sum ferðaleiðarin sigur.
Túrurin byrjar sum tann fyrri, vit møtast øll inni á Fjørð í Vestmanna, sí (Kort & Rutur). Har fáa tit tað neyðgu útgerðini til túrin. Síðan koyra vit líka niðan um bygdina, har bíða nakrar stórar 4 hjólstrektar ATVir, id tit skulu temja teir næstu 3 1/2 tíman. Vit koyra eftir vegnum í uml. 25 min., til vit koma Norður á Fossarnar, eitt stað í liggur væl omanfyri Vestmanna. Har fara vit so út í hagan. Fyrst leggja vit leiðina niðan á Ànddalsfjall, sum er á 577 m. hædd. Komin niðan á, kunnu tit síggja norður ímóti Vestmannabjørgunum og vestur í hav. Síggjast kann eisini heilt vestur á Mykines, og yvir á Slættanes. Vit koyra so omaneftir, oman ímóti Heiðavatni. Hetta er ein sera góður og spennandi teinur, við nógvum góðum brekkum og bakkum. Komin út á Heiðavatn, seta vit okkum niður at njóta tann framúrskarandi frið ið har er, og eta okkara matpakka vid kaffi, te og køkum. Eftir ein góðan bita, seta vit leiðina heim aftur til Vestmanna. Hesin túrur er 36 km.
Góðan túr :)