Um ATV-Mountain & skipaðar umstøður
ATV-Mountain
ATV merkir (all terrain vehicle) og (mountain) sjálvsagt fjall. ATV-Mountain varð stovnað sep. 2007 í Vestmanna. Tað eru brøðurnir Johnny og Agnar Joensen, ið hava tikið stig til at stovna hetta felag, og eru tað eisini teir báðir, ið reka ATV. Ì dag arbeiða fýra fólk hjá ATV-Mountain. Vit hava lagt okkum eftir, at gera túrar niðan í fjøllini, ið er ætlað til allar føroyingar og sjálvsagt til tey ferðandi, sum vitja okkara vøkru oyggjar. Sum nú er, hava vit tveir møguleikar at bjóða framm. Tann eini er ein sera vakur gongutúrur út á Rógvuendan, ið liggur norðan fyri Vestmanna, har góður føroyskur matur er til matna á túrinum. Hin møguleikin vit hava, er sjálvsagt ATV túrurin niðan í fjøllini, sum er vorðin ein rættiliga væl umtøktur túrur millum føroyingar og ferðandi.
Koyr í fjøllunum
Her vilja vit greiða eitt sindur frá, hvat og hvussu ein túrur niðan í fjøllini á eini ATV súkklu snýr seg um.
Øll møtast niðri á havnini við ferjuleguna í Vestmanna, har øll fáa ta neyðugu útgerðina til túrin. Eftir at øll eru klár, fáa tey eina frágreiðing um náttúru, túr, súkklur og trygd, og svarað verður spurningum. Síðan verður farið avstað. Tá ið vit hava koyrt eftur vegnum í 25 min., koma vit niðan til vindmyllurnar hjá P/f Røkt. Har fáa tey koyrandi eisini eina frágreiðing um, hvussu tey skulu fara fram úti í haganum. Eftir 15-20 min. við látri og kittlan í búkinum, koma vit niðan á Loysingarfjall. Har seta vit okkum niður og njóta tað frálíka útsýnið, saman við einum góðum koppi av kaffi, ella einum føroyskum matpakka, í fantastiska friðinum; einans fuglaljóð og seyður er at hoyra. Eftir at hava fingið nógva fríska luft og nógvar myndir, gongur leiðin omanaftur til Vestmannar.
Skipaðar umstøður
Vit eru væl vitandi um, at hetta við koyring í fjøllunum, ikki fellur væl í sinni hjá summum. Hetta er jú nýtt í Føroyum, so tí eru hesar hugsjónir væl skiljandi. Vit báðir, Agnar og Johnny, eru báðir vaksnir upp millum náttúruna og hava sera stóran áhuga fyri okkara vøkru føroysku náttúru. Vit hava altið havt nógv við seyð at gera, báðir ganga í skorð, veiða haru hvørt ár, skjóta fugl, fiska síl, o.m.a. ið hevur við náttúruna at gera, so náttúran er nakað vit virða sera høgt.
Tá vit koyra túrar, hava vit skipaðar umstøður at koyra undir. Vit hava lagt leiðina niðan á Loysingarfjall soleiðis, at hon ikki órógvar, seyð, fugl, haru ella onnur djór. Eftir at fleiri hundrað súkklur hava koyrt á somu gøtu, sæst tað sjálvandi aftur á lendinum, men tó bert á hesi somu gøtu. Vit hava nú í heyst brúkt nógva tíð uppá at gera gøtunu so násliga og náttúrvakra sum til ber. Vit hava lagað, sáðað, og gjøðað framm við gøtuni, og koyrt harðari tillfar omaná, so at vit nú, mest sum kunnu koyra í øllum veðrið.
Djórini
Tað eru nógv djór tætt við har vit koyra, og í tí sambandi hava vit gjørt stórt arbeiði, fyri at verja og vaksa um hetta djóralív. Nevnast kunnu fleiri dømir, har vit eru sanførdir um, at djórini eru vorðin meir ella minni vinir við hesar ATVir ið koyra frammvið. Vit hava lagt til merkis, at tað eru nógv fleiri tjøldur sum leggja egg, beint við leiðina har vit koyra, enn tá vit byrjaðu í 2007. Eisini eru nógv fleiri spógvapør komin, og tað eru fleiri harur, ið hava sett búgv inni í vegnum, har vit koyra. Vit halda, at tey nýta hendan mátan, fyri at verja seg ímóti rovfugli o.ø. Vit koma ofta út fyri, at vit mugu fara av súkklunum, fyri at seyðurin skal flyta seg av gøtuni. Tá hava summi av okkara gestum blakað smákakur til æðnar, og nú eru tað fleiri ær, ið eta úr hondunum á teimum koyrandi. Vit á ATV-Mountain virða okkara serstøku náttúru høgt.
Til tykkum
Kom og royn hendan sera stuttliga og vakra túr.
Vinarliga
ATV-Mountain